Innanlands

Norðingur inni við 1900 tonsum av svartkjafti

Uppsjóvarskipið kom á Fuglafjørð í dag

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-06 21:50 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og landa veiðuna til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani víðari til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder