Innanlands

Norðingur hevur fiskað makrelkvotuna fyri 2018

Uppsjóvarskipið fer nú á svartkjaftaveiðu

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-12-12 07:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur úr Klaksvík, kom í gjár á Kollafjørð, har teir landaðu makrel.

Norðingur hevur fiskað í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir høvdu 1124 tons av makreli, sum teir landaðu til Faroe Pelagic.

Tá ið liðugt var at landa, skuldu teir rigga til at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder