Innanlands

Norðhavið verður selt av landinum

Northwest Pelagic selur Norðhavið til eitt felag í Afrika

Norðhavið (Mynd: Skipalistin, 2011)

Norðhavið (Mynd: Skipalistin, 2011)

2020-05-16 12:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Northwest Pelagic í Kollafirði keypti í vikuni uppsjóvarskipið Jupiter frá Varðanum í Gøtu. Skipið er keypt fyri 40 milliónir, og verður yviritkið mánadagin.

Reiðaríið eigur frammanundan ídnaðarskipið Norðhavið, sum felagið keypti úr Miðvági fyri nøkrum árum síðan.

Les eisini: Ætla til fiskiskap mánakvøldið

Tað er hetta skipið, sum sum er orsøkin til stóra endurgjaldskravið. Fiskimálaráðið metti at útlendsku eigararnir Jackson Trawler, sum eiga ein part í Northwest Pelagic, høvdu ræðisrættin í felagnum, og tóku tí bæði veiðuloyvi og fiskiloyvi frá skipinum, men seinni staðfesti Føroya rættur, at grundarlag var ikki fyri hesum, og gav Northwest Pelagic viðhald.

- Vit selja Norðhavið til eitt felag í Afrika, har skipið fiskar í løtuni. Eg ynski ikki at upplýsa søluprísin, av tí at endaliga avtalan ikki er undirskrivað enn, men eg kann siga, at talan er sjálvandi um eina minni upphædd, enn hvat vit keypa Jupiter fyri, men munurin er ikki so stórur, sum ein vildi hildið, sigur Jógvan Martin Ferjá, reiðari.

Keypararnir eru longu við í verkætlanini, sum skipið verður leigað til í Afrika.

Ætlanin er longu at fara á svartkjaftaveiðu við Jupiter mánakvøldið, sigur reiðarin við Portalin.

- Vit yvirtaka skipið mánadagin, og vóna at sleppa til fiskiskap mánakvøldið, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, sum er nýggi eigarin.

 

placeholder
placeholder