2023-11-16 21:46
Verksmiðjuskipið Norðborg hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
- Vit hava 1.370 tons av frystari sild umframt at vit eisini hava 1.110 tons av sildafløk, 260 tons heilfryst sild, 200 tons av lýsi og 290 tons av fiskamjøli, upplýsir Hans Klaksstein, skipari.
Skipini hava í løtuni góðan fiskiskap eftir sild í íslendskum sjógvi, og tá ið Norðborg hevur landað, verður farið aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald