placeholder
Innanlands

Norðborg skal landa í Ánunum í morgin

Norðborg skal landa bæði heilfryst og mjøl í Ánunum í morgin

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-24 16:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Framleiðsluskipið Norðborg er ávegis á Ánirnar, har teir skulu landa.

Norðborg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at Norðborg hevur 1335 tons av heilfrystum umframt 220 tons av mjøli.

Norðborg skal landa í Ánunum í morgin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder