Um góðar 14 dagar kemur stóra verksmiðjuskipið Norðborg á Havnina, har ein stór dagføring skal gerast við skipið. Fleiri skipasmiðjur bjóðaðu uppá arbeiði, men Mest hevði besta prísin.
- Arbeiðið at dagføra Norðborg byrjar 16 februar, og Mest sigur at arbeiði tekur eitt hálvt ár, sigur Jón Rasmussen, skipari og ein av eigarunum.
Eitt nú skal nýggj verksmiðja setast í skipið, nýtt frystarí, pakkilinja, innilukka bakkan og seta eitt síðuportur í skipið.
- Vit hava arbeitt við eini verkætlan, har ein nýggj Norðborg lá á borðinum, men hendan verkætlanin bleiv mett at kosta eini 800 milliónir krónur, og tí bleiv avgerð tikin at dagføra Norðborg, sum verður 17 ár seinni í ár, heldur enn at byggja nýtt, sigur Jón Rasmussen.
Vit spurdu Jón Rasmussen, um man ikki kundi bygt eitt kølitangaskip heldur enn eitt verksmiðjuskip, sum eisini er munandi bíligari enn ein nýggj Norðborg, men her svarar royndi skiparin, at tað hava ikki verið nakrar ætlanir um tað.
- Vit hava ongantíð hugsað um at byggja eitt kølitangaskip staðin fyri Norborg, av tí at vit tey seinastu 25 árini hava havt eitt verksmiðjuskip og eitt kølitangaskip, og hetta hevur verið rætta leiðin hjá okkum seinastu árini, sigur Jón Rasmussen
Tá ið Norðborg verður tikin úr sigling so verður tað Christian í Grótinum, sum kemur at fiska kvoturnar, sum felagið hevur, sigur Jón Rasmussen.
- Meðan vit liggja so verður tað Christian í Grótinum, sum kemur at taka sær av svartkjaftakvotuni hjá okkum, og um tað nú verður størri lodnukvota enn man higartil hevur hildið so mugu vit síggja hvussu vit skipa tann fiskiskapin, sigur Jón Rasmussen.
Tá ið Norðborg er liðug við umbyggingina í august er hon klár at fara at fiska makrel og heystgýtandi sild.
Síðasta summar keypti reiðaríið Jupiter við kvotum. Kvoturnar eru koyrdar yvir á Norðborg og Christian í Grótinum, og so er ætlanin at selja Jupiter. Jupiter er tó farin á sildaveiðu nú uppsjóvarskipini fiska sild í norskum sjógvi.
- Jupiter fer ikki at fiska fyri Norðborg meðan Norðborg liggur. Kvoturnar eru minkaðar so nógv í ár, at tað er ikki neyðugt at seta Jupiter inn, sigur Jón Rasmussen.
Arbeiðið at dagføra Norðborg kostar 140 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald