2026-01-22 18:03
Verksmiðjutrolarin Norðborg er komin í Ánirnar, har skipið skal landa makrel.
Norðborg er komin inn við 940 tonsum av frystum makreli, sum skipið hevur fiskað við Hetland, upplýsir Hans Klakstein, skipari.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald