Nøkur svartkjaftaskip royna framvegis

Borgarin og Norðingur hava júst landað 1600 og 1800 tons av svartkjafti

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-05 16:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norðingur landaði fyrr í vikuni 1800 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystanfyri, og tá ið teir høvdu landað, kom Borgarin inn.

Borgarin hevði 1600 tons av svartkjafti, sum teir eisini landaðu til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tað eru framvegis nøkur fá skip, sum royna eftir svartkjafti, og eru tey Norðingur, Borgarin, Jupiter og Næraberg. Næraberg frystur veiðuna umborð, og kann tí vera longri vekk enn hini trý, sum hava kølitangar.

Hini uppsjóvarskipini eru givin við svartkjaftafiskiskapinum fyri summarið, og fyrireika seg nú til makrelfiskiskapin, sum plagar at byrja um hálvan august. 

Arctic Voyager og Katrin Jóhanna liggja hjá Mest í Havn, meðan Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Høgaberg liggja hjá Mest á Skála.

Norðborg liggur á Ánunum, har arbeiðið at skifta blokkin skal gerast. Blokkurin kemur til Føroyar síðst í juli, og arbeiðið tekur umleið tríggjar vikur.

Fagraberg liggur í Fuglafirði, og Tummas T liggur á Kollafirði.

Tróndur í Gøtu, sum hevur umvælt girði seinasta ári, er farin aftur í vinnu, og ger makrelkanningar fyri Havstuvuna sunnanfyri Føroyar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder