2025-09-01 17:19

Seinastu dagarnar hava tey havt úr at gera í Fuglafirði at landa makrel frá fleiri skipum.
Høgaberg hevur verið inn við 220 tonsum av makreli, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri. Høgaberg er nú farin aftur til fiskiskap aftaná at hava landað til Pelagos.
Grønlendsku skipini Polar Amaroq og Polar Ammassak eru komin inn við ávikavist 420 og 350 tonsum. Eisini hesi skipini hava fiskað í altjóða sjógvi.
Katrin Jóhanna er komin inn við 350 tonsum av makreli, sum skalæ landast til Pelagos, seinni í dag, men teir sleppa framat tá ið liðugt er at landa Polar Ammassak og Polar Amaroq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald