Innanlands

Myndir: Nógv fólk tóku móti nýggja Kambi

Nógv fólk vóru savnaði tá Kambur kom á Strendur seinnapartin

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-11-07 16:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinnapartin í dag kom nýggi Kambur á Strendur fyri fyrstuferð.

Nógv fólk vóru savnaði til móttøkuna, og hetta vóru fyrireikararnir klárir til, og tí vóru øll skrásett.

Nýggi Kambur er bæði størri og nýggjari enn undanfarni Kambur, sum er seldur til Vestmanna, har skipið nú hevur fingið navnið Vesturhavið.

Nýggi Kambur hevur dragibrunn, sum ger tað munandi hugaligari at draga línuna inn.

Áðrenn skipið fer til fiskiskap, skal tað endaliga yvirtakast og skifta navn.

Í sambandi við móttøkuna hildu umboð fyri reiðarí og kommuna røðu fyri fjøldini, sum varð samlað at fagna nýggja skipinum í bygdini. 

placeholder
placeholder