Systurskipini Hav Nordlandia og Hav Vestlandia eru seld til Navigare Shipping, sum hevur leigað skipini seinastu árini.
Tað var felagið Arco Sp/f, við Rodmundi Nielsen og Andy Knudsen, ið áttu skipini, men Navigare Shipping stóð fyri siglingini hjá farmaskipunum.
Hav Nordlandia bleiv yvirtikin fríggjadagin, og kallast nú Hav Frakt, og Hav Vestlandia er yvirtikin í dag, og fær navnið Hav Felli.
Hóast nøvnini broytast, so broytist einki annað, av tí at skipini longu eru í fastari sigling hjá Navigare Shipping, upplýsir felagið.
Navigare Shipping ynskir ikki at upplýsa hvat skipini eru keypt fyri.
Navigare Shipping eigur í dag 13 skip, men hevur 19 skip tilsamans í fastari sigling umframt at felagið í løtuni byggir fýra nýggj farmaskip, sum koma leypandi í flotan næstu tíðina.
Fyrsta skipið kemur í flotan seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald