placeholder
Innanlands

Myndir: Ruth á Kvívík

Ruth hevur landað 1700 tons til Havsbrún, og heilsaði kvívíkingum í morgun

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-26 13:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ruth hevur landað 1700 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi vestan fyri Írland, til Havsbrún í Fuglafirði.

Á veg avstað aftur var Ruth, sum Gullak Madsen í Hirtshals eigur, út fyri Kvívík, og heilsaði kvívíkingum.

Í juni mánað fyri fýra árum síðani var ein onnur Ruth, tá spildurnýggj, og heilsaði upp á kvívíkingar.

Tann Ruth er seld til Noregs, og hevur navnið Slaaterøy, meðan Gullak Madsen hevur yvirtikið undanfarna Slaaterøy, meðan hann bíðar eftir nýggjari og uppaftur framkomnari Ruth, sum verður latin reiðarínum á summrið 2021.

Les eisini: Nýggja Ruth verður størsta fiskiskip í danska flotanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder