Innanlands

Myndin hendan mánaðin: Gøtunes er nýggja navnið í føroyska flotanum

Nýggjur táttur á fiskur.fo, har vit velja myndina hendan mánaðin

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-06 21:18 Author image
Redaktiónin
placeholder

Í nýggjum tátti á Fiskur.fo velur redaktiónin myndina hendan mánaðin. Nógvar góðar myndir verða tiknar hvønn mánað, men hvørva skjótt í tíðindameldrinum. Hetta er ein roynd at seta meira fokus á ymsu myndirnar.

[object Object]

Myndin fyri juni er av Gøtunes, sum fekk nýtt navn 26. juni.

Skipið, sum við sínum 90 metrum í longd er størsta og nýggjasta nótaskip í Føroyum varð leigað úr Skagen, tá girið á Trónda í Gøtu fór.

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Varðin fór at yvirtaka skipið, sum áður kallaðist Gitte Henning 1, og so var bara spurningurin hvat navnið fór at blíva. Gøtunes er nesið við norðara munnan av Gøtuvík.

Varðin keypti skipið fyri umleið 300 milliónir krónur.

Sí størri mynd við at trýsta á hana niðanfyri

placeholder
placeholder