Innanlands

Mótmæla at russar sleppa at fiska føroyska kvotu

Bretska og evropeiska uppsjóvarvinnan mótmælir at russisk skip sleppa at fiska í bretskum sjógvi

Svartkjaftaskipini fiska í dag í einum øki vestan fyri Hetland (Mynd: MarinaTraffic.com)

Svartkjaftaskipini fiska í dag í einum øki vestan fyri Hetland (Mynd: MarinaTraffic.com)

2022-05-03 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropeiska uppsjóvarvinnan fordømir nú upp á tað harðasta, at Føroyar hava givið russiskum skipum part av kvotu síni í felagsøkinum millum Bretland og Føroyar.

- Henda avtalan lættir um hjá Russlandi í krígnum móti Ukraina, sum hevur deyða og oyðileggingar við sær, sigur Tim Heddema, formaður í EAPO, European Association of Fish Producers Organisations’ Northern Pelagic Working Group, sambært netmiðlinum fiskerforum.com.

- Føroyar eiga tí at umhugsa hesa avtalu av nýggjum, leggur Tim Heddema afturat.

Talan er um eitt øki norðan fyri Skotland og vestan fyri Hetland. Altjóða avtalur gera tað møguligt hjá Føroyum, at lata triðjalandi part av sínari kvotu í hesum øki.

Avtalan við Russland varð gjørd í november í fjør. Russland fær 75.000 tons av svartkjafri umframt 5.565 tons, sum eru flutt frá 2021.

Evropeiski felagsskapurin EAPO vísir á, at umframt loyvi at fiska, hava russisk skip eisini møguleika at bunkra og umskipa lastina í føroyskum havnum.

Víst verður eisini á, at svartkjaftastovnurin er í vanda, tí Føroyar hava hækkað sína kvotu við 226 prosentum, sum partvíst verður givið víðari til russisk skip aftur fyri botnfisk.

EAPO heitir tí at ES-nevndina um at taka henda trupulleika til viðgerðar í størsta álvara.

- Føroyski støðan er illa umhugsað, og um hon ikki verður broytt, eigur hetta at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum ES og Føroyar, sigur Tim Heddema.

11 russiskir risatrolarar fiska frítt

Eisini í Hetlandi eru tey í øðini inn á Føroyar í hesum døgum.

Colin Leask, stýrimaður umborð á uppsjóvarskipinum Altaire, krevur nú, at Boris Johnson, forsætisráðharra, ger okkurt við málið. Tað skrivar Shetland Times.

Hann greiðir blaðnum frá, at hann við egnum eygum hevur sæð 11 russisk uppsjóvarskip fiskað á eini leið, bert 100 fjórðingar vestan fyri Hetland. Hetta hava bretskir fiskimenn ilt við at góðtaka, tí Bretland annars sýtir fyri at loyva russiskum skipum í bretskan sjógv orsaka av innrásini í Ukraina.

- Tá Russland framhaldandi fremur ræðuleikar móti ukrainska fólkinum og ES og Bretland hava bannað ruskkiskum skipum í bretskan sjógv, hvussu kunnu tá 11 russiskir risatrolarar framhaldandi fáa atgongd til frían fiskiskap her?, spyr Colin Leask. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder