Havrannsóknarskipið Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, har allar 29 trolstøðirnar vóru tiknar. Úrslitið av túrinum er, at tað var minni at fáa av toski ár enn í fjør, meðan nøgdin á hýsu og upsa var meira enn miðal.
Miðalveiðan av toski var um 85 kilo pr. tíma samanborið við um 190 kilo í fjør. Hetta er triðja árið á rað, at nøgdin minkar eftir høga virðið í 2023. Umframt stóra toskin var eisini nakað at fáa av smærri toski, bæði um 30-40 sentimetrar og 60-80 sentimetrar til longdar.
Hetta bendir á, at yngri fiskur er á veg inn í stovnin, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu sterk tilgongdin er. Toskurin er nakað rak, serliga tann størri toskurin, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Túrurin vísti, at tað er framvegis nógv at fáa av hýsu, hóast nøgdin var minni enn í fjør. Hýsan var spjadd víða um Bankan og tykist sum heild at vera í heldur góðum holdum.
Óvanliga nógvur upsi
Óvanliga nógv var at fáa av upsa, og miðalveiðan var tann hægsta síðan 1996. Hetta komst tó í stóran mun av einum sera stórum háli.
Eisini var nógv at fáa av gulllaksi, serliga í einum háli sunnarlaga á Bankanum.
Miðalhitin við botn var 10,3°C. Hitin lá millum 8,5 og 11,5°C og var hægstur á grunna partinum av Bankanum, skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald