Innanlands

Mikkjal Godtfred skipari á Ruth í 25 ár

Var eisini við tey vánaligu árini í 90’unum

2019-07-31 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um miðjan juli hevði Mikkjal Godtfred 25 ára starvsdag sum skipari á uppsjóvarskipinum Ruth.

Reiðaríið í Hirtshals sum Gullak Madsen úr Kvívík eigur, takkar í skrivi 56 ára gamla Mikkjali fyri mongu árini, og stóra fongin, hann hevur ført til lands.

- Tað er torført at siga akkurát hvussu nógv túsund tons Mikkjal Godtfred hevur fiskað og ført til lands. Men Mikkjal var við í ringu árunum í 1990’unum, tá fiskiskapurin var vánaligur orsaka av smáum kvotum, sigur reiðaríið.

- Hetta var tíbetur broytt tá IOK-kvoturnar komu, heta soleiðis, at tað bar til at uppkeypa kvotur. Av hesum kundi manningin skifta, og hava møguleika at vera umborð helvtina av tíðini, og saman við familjuni restina, sigur reiðaríið Ruth.

Ruth er í løtuni á veg inn við 1100 tonsum av sild úr Norðsjónum.

Nýggja Ruth var handað reiðarínum í 2016, og er knappar 90 metrar langt. Gamla Ruth varð seld til Føroya, og hevur í dag navnið Norðingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder