Innanlands

Komu við sekkjum og fara við sekkjum

Nú liggja vit her í Hvalvík og lasta øsku frá báðum brennistøðunum. Øskan er í sekkjum, sum skal siglast til Langøya í Oslofjørðinum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-02-18 10:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit komu úr Norra við salti, sum var í sekkjum og sum varð lossað upp í seks ymiskum støðum. Fyrst lossaðu vit á Strondum, í Hósvík, á Sandi, Tvøroyri, Klaksvík og á Toftum. Saltið fór bæði til saltfiskavirkini og til vegsalt.

Tað segði Jógvan, sum er kokkur umborð á farmaskipinum Hav Nordic, við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð mánadagin.

- Nú liggja vit her í Hvalvík og lasta øsku frá báðum brennistøðunum. Øskan er í sekkjum, sum skal siglast til Langøya í Oslofjørðinum. Har hava teir tómar minur, sum teir goyma øskuna í, segði hann.

- Vit hava nóg mikið at sigla við, hóast vit onkuntíð sigla tómir annan vegin. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og eg haldi, vit trívast umborð, segði Jógvan.

placeholder
placeholder