Innanlands

Koma nú uppá 14 farmaskip

Felagið Navigare, sum er fyrrverandi Frakt og Sandsølan í Runavík, økir nú um flotan

Annað av skipunum, sum eru ávegis í FAS

Annað av skipunum, sum eru ávegis í FAS

2020-11-06 19:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um tvey farmaskip, sum eru á veg í føroyska flotan.

- Talan er um eina øking, og ikki eina útskifting, sigur Álvur Højgaard, reiðari, sum er sera spentur uppá nýggju skipini.

- Skipini verða yvirtikin í desember, og síðani skulu tey umbyggjast, har millum annað broyt skal á dekkið, so skipini verða til tað man rópar sjálvlossari.

Nýggju skipini, sum verða skrásett í føroyska flotanum, eins og hini skipini hjá felagnum, eru bygd í 2005, og eru rættuliga nýggj í mun til nøkur onnur í reiðarínum. Nýggju skipini koma at lasta 3500 tons tá ið tey eru klár at fara í vinnu.

Enn er ikki alment hvussu skipini fara at eita, men tað er avgjørt at tey fara at hava nøvn, sum byrja við Hav, eins og hini skipini.

- Tað fyrra verður vónandi klárt at fara í vinnu umleið 10. december, meðan tað seinni verður beint fyri jól, um alt gongur sum ætla, sigur Álvur Højgaard, reiðari.

[object Object]

 

placeholder
placeholder