Innanlands

Klakkur farin aftur til fiskiskap

Línuskipið kom á Klaksvík í gjár við 265 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-10 17:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Framkomna línuskipið Klakkur kom á Klaksvík í gjár, har teir skuldu landa.

Klakkur hevur verið til fiskiskap undir Íslandi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipari var Líggjas Johannesen, sum eisini er ein av eigarunum, og hann sigur, at talan er um blandað fiskasløg, sum teir hava landað í Klaksvík.

Klakkur fór aftur til fiskiskap í gjárkvøldið.

 

placeholder
placeholder