Innanlands

Jupiter landar svartkjaft í Fuglafirði

Jupiter koma á Fuglafjørð í gjár við umleið 1500 tonsum sv svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-29 16:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava umleið 1500 tons, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Svartkjaftafiskiskapurin er smáligur í løtuni, men tó eru fleiri skip á fletinum.

Arctic Voyager landaði áðrenn Jupiter, og høvdu teir 1800 tons.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder