Uttanlands

Jupiter landar í Træna

Jupiter kom í dag til Træna, har skipið skal landa 1.700 tons

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-03 19:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom í dag til Træna, har skipið skal landa sild.

Jupiter hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

- Vit hava havt hampuligan fiskiskap, og hava ikki fiskað alla sildakvotuna enn. Restin verður goymd til Norðborg, tá ið hon fer at fiska restina av kvotuna í heyst, sigur Jób Rasmussen, skipari.

Tá ið Jupiter hevur landað, verður kósin sett móti Klaksvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder