2026-05-06 20:12
Uppsjóvarskipið Jupiter er komi til Noregs, har skipið skal landa svartkjaft.
Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Jupiter hevur hendan túrin fiskað 2.530 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Pelagia í Måloy.
Jupiter hevur higartil landa allar svartkjaftalastirnar í Fuglafirði, men nú skipini hava fingið loyvi at landa uttanlands, er Jupiter eitt av skipunum, sum er farið uttanlands at landa.
Kunngerðin at landa svartkjaft uttanlands fer tó úr gildi longu 15. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald