Innanlands

Jupiter landað svartkjaft í Fuglafirði

Jupiter gavst við fiskiskapinum, av tí at veðrið bleiv so ringt á fiskileiðini

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-02-25 23:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Jupiter landaði um vikuskiftið eina svartkjaftalast í Fuglafirði.

Upplýst verður, at teir høvdu 2100 tons av svaretkjafti, sum teir landaðu til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan til fóður.

Jupiter hevur verið til fiskiskap í altjóasjógvi, men nógvi vindurin gjørdi, at avgjørt var, at seta kós móti Føroyum, og landa veiðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder