Innanlands

Jupiter hevur landað í Fuglafirði

Jupiter hevur seinastu dagarnar bíðað eftir landingartørni í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-02 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Fuglafjørð fyrr í vikuni, har teir skulu landa.

Teir hava verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og hava umleið 1100 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið Jupiter kom inn, vóru tað fleiri landingar, sum skuldu avgreiðast áðrenn Jupiter slapp framat.

Jupiter byrjaði at landa í gjár, og fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder
placeholder