Innanlands

Jupiter farin at fiska sild

Uppsjóvarskipið Jupiter er farið á sildaveiðu í norskum sjógvi

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-01-22 15:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hava føroysku uppsjóvarskipini fiskað sild í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Eitt av skipunum, sum er fari at fiska sild er Jupiter úr Klaksvík. 

Skipið hevur ligið við bryggju síðani samtakið Palli hjá Marionnu keypti skipið síðsta summar, men nú sildin kann fiskast í norskum sjógvi er avgerð tikin um at fara til fiskiskap.

Við Jupiter eru nýggju mans, og skipari er Jón Rasmussen.

- Sildakvotan er hækka 30 prosent, og tað hevur verið trupult at fiska í heyst, og tí vilja vit fiska so nógv sum gjørligt nú, sigur Jón Rasmussen, sum er skipari og ein av eigarunum. 

Hóast Jupiter nú er farin á sildaveiðu, so er ætlanin ikki at fara í fasta drift við skipinum, av tí at æltanin hjá reiðarínum er at selja skipið.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder