Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist fyrradagin hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.500 krónur millum teirra, ið hava latið fiskamerki ella merktan fisk inn farna árið.
Jóhan hevur latið Havstovuni seks merktar toskar í ár, og eftirsum mann fær tríggjar lutaseðlar fyri hvønn merktan fisk, hevði hann sostatt 18 lutaseðlar við í lutakastinum, skrivar Havstovan.
Lutakastið varð hildið á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum.
Merkti fiskurin, sum Jóhan vann lutakastið við, var ein toskur, sum varð merktur vestan fyri Mykines 30. september 2024, tá hann var 70 cm langur.
Fiskurin varð fiskaður norður-eystur úr Føroyum av trolbátinum ”Jens Leon” 19. mars 2025, áleið sjey mánaðar aftaná, at hann varð merktur. Fiskurin hevði framvegis somu longd, og vektin var eisini nakað tann sama, 3556 gram.
Fiskur verður merktur fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum, og fyri at fáa betri innlit í veiðutrýstið. Tá fiskur skal merkjast, verður hann koyrdur í kør, so skjótt hann er komin á dekkið, inntil hann er klárur at seta útaftur.
Fiskur, sum verður merktur, verður samstundis eisini longdarmátaður og vigaður, áðrenn hann verður settur útaftur, skrivar Havstovan.
Tá merktir fiskar verða fingnir aftur vera teir mátaðir og vigaðir, og um møguligt, eisini aldursgreinaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald