Jógvan I leigaður til Litava

Jógvan I er leigaður til eitt felag í Litava, sum skal brúka eitt frystilínuskip til at fiska sínar kvotur.

Jógvan I hevur skift heimstað í sambandi við útleiganina (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Jógvan I hevur skift heimstað í sambandi við útleiganina (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-15 08:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jógvan I liggur í løtuni í Runavík, har bíðað verður eftir at síðsti skjølini koma uppá pláss.

- Jógvan I er útleigaður til eitt felag í Litava, og vit bíða nú eftir at endaligu skjølini koma uppá pláss, og síðani fer skipið avstað, sigur anfinn Olsen, reiðari.

Reiðarín sigur víðari, at í samdandi við at skipið er útleigað, so hevur skipið skift heimstað til Kleipeda, men verður skrásett sum dupultflagga, sum er vanligt í slíkum leiguavtalum.

[object Object]

Jógvan I hevur fingið heimstað í Kleipeda (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tað er litaviska felagið Atlantic High Sea Fishing Company, sum hevur leigað Jógvan I, og grundin er at felagið manglar eitt frystilínuskip at fiska svartkalva í Eysturgrønlandi.

Enn er óvist júst hvussu leingi Jógvan I verður útleigaður, men talan verður helst um ein ella tveir túrar, upplýsir Anfinnur Olsen, reiðari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder