2020-05-06 17:03

Frystilínuskipið Jógvan I frá Toftum, setti í nátt kós móti Eystur Grønlandi, har teir skulu fiska.
Teir komu á Runavík í síðstu viku, og eftir, at teir hava gjørt nakrar tillaðingar umborð, fekk manningin mynstringarboð klokkan 20.
Riggað varð til, og í nátt loysti Jógvan I av Runavík og setti kós móti Eysturgrønlandi.
Skipari er Heri Hendriksen, og við skipinum eru 16 mans.
Klakkur og Jákup B hava seinastu tíðina fiskað í Eysturgønlandii, og fiskiskapurin hevur verið góður. Hesi bæði línuskipini skulu landa í Klaksvík síðst í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald