Innanlands

Jaspis og Ametyst komu á Havnina í gjár

Partrolararnir skulu landa til Barðið í Havn

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2019-08-26 11:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Jaspis og Ametyst komu á Havnina fyrrapartin í gjár.

Parið hevur verið til fiskiskap eystanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Partrolararnir eru fullir undir lúkurnar, og meginparturin av veiðuni er upsi.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap undir Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder