Innanlands

Jaspis og Ametyst hava landað í Havn

Partrolararnir hava landað 250.000 pund í havn í dag

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-03 20:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Jaspis og Ametyst hava landað til Barðið í Havn í dag.

Parið hevur verið til fiskiskap eystanfyri Føroyar, og hava partrolararnir roynt í 11 dagar.

Tilsamans landaði partrolararnir Jaspis og Ametyst 250.000 pund, har nógv tað mesta var upsi.

Tá ið Jaspis og Ametyst høvdu landað, riggaðu partrplararnir seg aftur til fiskiskap undir Føroyum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder