Innanlands

Jákup Sverri verður doyptur í morgin

Seinastu snøklarnir eru eftir, men dópur fyri innbodnum verður í morgin fyrrapartin

Jákup Sverri á royndartúri í august (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Jákup Sverri á royndartúri í august (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-10-30 16:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 11 í morgin verður nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri doypt á Skála.

Tað er eitt lítið ár síðani, at avgerð varð tikin um, at nýggja havrannsóknarskipið skuldi eita Jákup Sverri, og tað hevur navnið eftir Jákup Sverra Joensen, sála, ið var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.

Nú er skipið nærum liðugt, og í morgin klokkan 11 verður skipað fyri hátíðarhaldi á bryggjuni á Skála. Men orsakað av korona, verður tað ikki ein beinleiðis almennur dópur.

Starvsfólk hjá Mest á Skála, starvsfólk hjá undirveitarum umframt umboð fyri Havstovuna og landsstýrið, eru boðin oman á keiøki. Eftir dópin verður framsýningartúrur fyri innbodnum, har einans 36 fólk sleppa við.

Mouritz Mohr, stjóri á Mest, upplýsir, at skipið ikki er heilt liðugt, nú tað verður doypt, men at seinastu snøklarnir verða gjørdir næstu dagarnar, og síðani verður tað latið eigarunum.

Kjølurin varð strektur í Litava í september 2018, og skrokkurin kom á Skála í september í fjør. Jákup Sverri verður avhendaður til avtalaðan prís upp á góðar 280 milliónir krónur, sigur Mouritz Mohr.

 

placeholder
placeholder