Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild.
Tað serliga í ár var, at føroyski Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini í góðveðrinum hósdagin 30. apríl, skrivar Havstovan.
Hetta var byrjanin upp á túrin hjá Jákup Sverra, meðan Þórunn Þórðardóttir var komin inn á Havnina m.a. fyri at fáa fólk umborð.
Þórunn Þórðardóttir er nýtt havrannsóknarskip, bygt í 2024. Tað er 69,80 metrar langt og 2024 bruttotons, so nakað størri enn Jákup Sverri.
Norðhavssild er felags fiskastovnur, sum íslendingar, norðmenn, bretar, danir og føroyingar samstarva um at kanna. Kanningarnar hava verið skipaðar eftir sama leisti síðani 1996, t.v.s. í 30 ár.
Til ber at fylgja við hvar skipini eru. Þórunn Þórðardóttir sæst her og Jákup Sverri sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald