2025-08-21 20:38

Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Hetta í Klaksvík sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík.
Tað boðar Havstovan frá á heimasíðu sínari.
- Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum t.d. á troldekkinum, kanningarstøðunum, har umhvørvi og fiskur verða kannað, og upp á brúnna. Á fabrikkini verður víst, hvussu fiskamátiskipanin umborð virkar.
Opið verður frá klokkan 14.00 til klokkan 17.00.
Full skrá fyri Føroya Sjómannadag er at finna her
Sí eisini: Sjómannadagar í Klaksvík um vikuskifti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald