Uttanlands

Íslendingar lýsa søguligt vaktarskip til sølu

Ægir var flaggskipið hjá Íslandi undir toskakrígnum móti bretskum trolarum í sjeytiárunum

(Mynd: Landhelgisgæslan)

(Mynd: Landhelgisgæslan)

2020-11-05 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska sjóverjan hevur nú lýst kenda vaktarskipið Ægir til sølu.

Ægir gjørdist kent undir sokallaða toskakrígnum tíðliga í sjeytiárinum, tá skipið varð brúkt til at kvetta trolveirarnar á bretskum trolarum, sum fiskaðu innan fyri mark.

Ægir er bygdur í Danmark í 1968 og var flaggskipið hjá íslendsku vaktartænastuni undir toskakríggjunum, fyrst í 1972-73, tá fiskimarkið varð sett út á 50 fjórðingar og aftur í 1975-76, tá tað varð sett út á 200 fjórðingar.

Tað var undir fyrra ”krígnum” at Ægir á fyrsta sinna brúkti serliga reiðskapin at kvetta trolveirar við. Fyrsti trolari, ið fekk veirarnar kvettar var Peter Scott úr Hull.

Gjøgnum árini hevur Ægir verið við í fleiri sjóbjargingum og skipið hevur sosatt verið við at bjarga nógvum mannalívum, skrivar RÚV.

Gjøgnum árini eru fleiri umvælingar um umbyggingar farnar fram umborð á Ægiri. Seinastu árini hevur skipið tó ikki verið nógv í tænastu, men hevur ligið við bryggju í Reykjavík, tó altíð tilbúgvið at loysa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder