Innanlands

Isafold landar í Fuglafirði

Danska uppsjóvarskipið hevur 1200 tons

2019-11-07 10:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Isafold kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 1200 tons av sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn hevur sett kós móti Føroyum, og fara teir allarhelst á Tvøroyri at landa, eins og seinast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder