2025-12-16 13:15
Higartil í ár eru fiskað góð 37 tons av felagskvotuni á 54 tons eftir hummara í økinum sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði.
Tí hevur Tilfeingis- og vinnumálaráðið tikið avgerð um at taka burtur hámarkið hjá hummarabátunum, sum hava loyvi í hesum øki.
Bátarnir hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin.
Við broytingini kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram restina av árinum, hóast tey hava fiskað upp til hámarkið, sigur Tilfeingis- og vinnumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald