Innanlands

Høgaberg skal landa í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð við 1900 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-21 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava 1900 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Tá ið liðugt er at landa, skal Katrin Jóhanna landa svartkjaft.

Tað er nógv at virka av svartkjafti hjá Havsbrún hesardagarnar, og ivaleyt koma fleiri fráboðanir um landing komandi dagarnar.

Tað eru føroysk íslendsk og russik skip á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder