Innanlands

Høgaberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið landar 2000 tons til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-20 22:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg landar í løtuni svartkjaft í Fuglafirði.

Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Svartkjafturin verður landaður til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið Høgaberg hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder