Innanlands

Høgaberg landar svartkjaft í Fuglafirði

Høgaberg hevur havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

2019-03-02 10:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Upsjóvarskipið Høgaberg byrjaði í gjár at landa svartkjafft í Fuglafirði.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 1900 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskaolju og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.

Tá ið Høgaberg kom á Fuglafjørð, landaði Fagraberg, 2600 tons av svartkjafti til Havsbrún. Høgaberg slapp framat at landa í nátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder