Høgaberg landar makrel í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið kom á Fuglafjørð í nátt við 1400 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-01-17 12:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tó hevur veðrið darvað fiskiskapinum nakað, men við til lands høvdu teir 1400 tons av góðum makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Um teir fara aftur á makrelveiðu vita vit ikki.

Katrin Jóhanna, sum eisini hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, er eisini ávegis inn við 440 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Vestmanna Seafood og Snarfrost.

[object Object] Mynd: Katrin Jóhanna - Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder