Innanlands

Høgaberg landar í Fuglafirði

Høgaberg hevur umleið 1200 tons av sild

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-20 19:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og hava 1200 tons av sild við til lands, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið teir komu inn, landaði Jupiter og tí mátti teir bíða til Jupiter hevði landað sína last.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder