Innanlands

Høgaberg fingið tillutað størstu nøgdina av lodnu

Høgaberg hevur fingið tillutað størstu lodnukvotuna í ár - 440 tons

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-02-04 12:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fýra føroysk uppsjóvarskip hava fingið tillutað kvotu eftir lodnu í íslendskum sjógvi.

Uppsjóvarskipini Høgaberg, Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið tillutað kvotu eftir lodnu í íelendskum sjógvi í ár.

Størstu kvotuna eigur Høgaberg, sum hevur 440 tons, meðan hini trý skipini, sum Varðin í Gøtu eigur, hava fingið 293 tons av lodnu í part.

Samlaða føroyska lodnukvotan verður 9.446 í ár.

Upprunaliga bleiv føroyska kvotan einans 1.760 tons, men av tí at munandi meira lodna bleiv funnin, gjørdist føroyska kvotan eisini munandi hægri eftir at íslendarar hækkaðu kvotuna.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder