Innanlands

Hjalmar Petersen sendur heim

Eigararunum í Vónini dámdu ikki tað, sum stjórin førdi fram í útvarpssamrøðu - hann er tí settur frá sum stjóri

Hjalmar Petersen (Mynd: Vónin)

Hjalmar Petersen (Mynd: Vónin)

2025-12-17 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist eftir øllum at døma ov nógv fyri eigararnar av Vónini, at fráfarandi stjórin, Hjalmar Petersen, í samrøðu við Kringvarpið herfyri loyvdi sær at greiða lurtarunum frá, at orsøkin til at hann hevur sagt upp sum stjóri eftir 25 ár í starvinum, er avgerðin um at flyta alivirksemið, svarandi til umleið 40 prosent av umsetninginum í Vónini í eitt norskt felag, sum Vónin eigur part av.

Hjalmar Petersen geiddi eisini frá, at hann var ósemdur við eigararnar tá teir fyri tíggju árum síðani, uttan hansara vitan, seldu felagið til íslendingar. Hann valdi tó tá at halda fram í stjórastarvinum.

- Tað var ein dapur dagur í føroyskari vinnusøgu, at eitt so gott felag varð selt av landinum, segði Hjalmar Petersen eisini í samrøðuni.

Eftir útvarpssamrøðuna hevur Hjalmar Petersen fingið at vita, at hann ikki longur er stjóri í Vónini.

Tað váttar Hjalmar Petersen fyri Portalinum. Hann ynskir ikki at siga meira um málið í løtuni.

Avtalan var annars, at hann skuldi halda fram til 1. mars, tá núverandi fíggjarstjórin, Daniel Hákunsson Dam, skuldi taka við sum stjóri. Og hareftir skuldi hann í tveir mánaðir vera við til at seta nýggja stjóran í starvið og vera við at fullføra byggingina av eini alitænastustøð á Skye í Skotlandi.

Samrøðan tá Hjalmar Petersen var Vikugestur í kringvarpinum kann hoyrast her. Útsøgnin um flytingina av alivirkseminum til norskt felag og um søluna til íslendingar á sinni er at hoyra fyrst í samrøðuni.

(Kl. 1433: Tekstur rættaður)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder