placeholder
Innanlands

Heykur og Falkur landaðu í Runavík í gjár

Partrolararnir fóru aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-07-02 07:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Heykur og Falkur frá Runavík, landaðu í gjár til Faroe Origin.

Upplýst varð, at skipini høvdu 360.000 pund, og at fiskiskapurin hevði verið góður hendan túrin. Tað mesta av veiðuni var upsi.

Skipini landaðu til Faroe Origin, sum eisini eigur parið, og tá ið liðugt var at landa, riggaðu Heykur og Falkur til nýggjan túr. 

Loyst varð aftur í gjørkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder