Innanlands

Heykur og Falkur landaðu 200.000 pund í Runavík í gjár

Partrolararnir landaðu til Faroe Origin í gjár

Falkur - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Falkur - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-05-09 13:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Heykur og Falkur landaðu í Runavík í gjár.

Upplýst verður, at teir høvdu umleið 200.000 pund, og at meginparturin av veiðuni var upsi.

Parið hevur fiskað í eina viku eystanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur til fiskiskap undir Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder