Heykur og Falkur landa 500.000 pund í Runavík

Partrolararnir komu á Runavík í gjár við fullari last

Heykur og Falkur á Nólsoyarfirði (Savnsmynd ´: Sverri Egholm)

Heykur og Falkur á Nólsoyarfirði (Savnsmynd ´: Sverri Egholm)

2020-07-06 18:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Heykur og Falkur komu í gjár á Runavík, har teir skulu landa.

Teir hava fiskað sunnanfyri Føroyar, og hava umleið 500.000 pund, har meginparturin av veiðuni er upsi.

Veiðan verður landað til Faroe Origin í Runavík, sum eisini eigur parið. 

placeholder
placeholder