Partrolararnir Heykur og Falkur vóru besta parið í fjør.
Tilsamans fiskaði parið fyri góðar 72,5 milliónir krónur, og er hetta munandi betur enn Polarhav og Stjørnan, sum liggja á øðrum plássi á listanum.
Polarhav og Stjørnan fiskaðu fyri tilsamans 63,1 milliónir krónur.
Nummar trý liggja Stelkur og Bakur, sum fiskaðu fyri 62,6 milliónir krónur.
Síðani er nakað niður til fjórða pláss, har Fuglberg og Skoraberg liggja. Parið avreiddi í 2025 fyri 39,6 milliónir krónur.
Nummar fimm eru Jaspis og Ametyst, sum avreiddu fyri 33 milliónir krónur.
Síðani koma Breiðanes og Hamranes, sum avreiddu fyri 22,2 milliónir krónur. Her skal havast í huga, at skipini hava verið í Thyborøn meginpartin av árinum, har parið er dagført, og tað sæst tí eisini aftur á avreiðingarvirðinum.
Á einum sætta plássi liggja Safir og Smaragd, sum hava landað fyri 21,2 milliónir krónur í 2025.
Samlaða talið í avreiðingarvirði hjá partrolarunum liggur á knappar 315 milliónir krónur í 2025.
Sí yvirlitið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald