Innanlands

Hetta var ein góður túrur

- Vit hava roynt innanfyri Fyllabanka og hava góð 200 tons av rækjum, sum vit fiskaðu í níggju dagar, sigur Jens Jakobsen, skipari á Nataarnaq

Jens Jakobsen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jens Jakobsen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-06-06 21:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Túrurin hevur gingið skjótt og væl. Vit hava roynt innanfyri Fyllabanka og hava góð 200 tons av rækjum, sum vit fiskaðu í níggju dagar. Tað eru smáfallandi rækjur, men nøgdin er í lagi, og tí er túrurin góður, sigur Jens Jakobsen, skipari, á Polar Nataarnaq.

- Vit skilja rækjurnar í tvær støddir; frysta tær og koyra tær síðani í sekkir. Tær verða so landaðar til virkið hjá Polar Seafood her í Nuuk. Royna vit norðarlaga, so landa vit viðhvørt har norðuri. Rækjurnar verða so hagreiddar á virkjunum og pakkaðar í posar, sum síðani verða seldir handilsketum og øðrum, sigur Jens.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Tað var sunnukvøldið, at Polar Nataarnaq kom inn til Nuuk. Trolarin varð landaður mánadagin, og longu týsdagin byrjaðu teir nýggjan túr. 

11 mans eru við, og tvær manningar hoyra til skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá menninar. Bøn var eisini biðin fyri skipi og manning.

placeholder
placeholder