Lýsingagrein

Heimsins fyrsta marknaðarføringsskipan til fiskivinnuna

Við nýggju marknaðarføringsskipanini á Fishfacts kunnu tænastuveitarar fara málrættað til verka

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-28 13:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska fyritøkan, Fishfacts, hevur í dag kunngjørt heimsins fyrstu marknaðarføringsskipan til fiskivinnuna.

Framløgan var varpað beinleiðis á netinum til hyggjarar og fyritøkur í sjey londum.

- Vit sóu beinanvegin, tá korona gjørdi um seg, at vit vórðu noyddir at hugsa øðrvísi, sigur Hanus Samró, parteigari og sølustjóri.

Við nýggju marknaðarføringsskipanini kunnu tænastuveitarar fara málrættað til verka. Teir kunnu velja millum lond og fiskiskapir, men sum ein lítil krúlla, kunnu teir eisini útihýsa kappingarneytarnar.

- Eitt línuskip er kanska ikki áhugað at lesa um nýggjastu tøknina til pelagisk skip.

Eitt pelagiskt skip er møguliga ikki áhugað at lesa um nýggjastu útgerðina til botnfisk. Við skipanin fáa línuskip tíðindi til línuskip, pelagisk til pelagiskt, og frysti trolarar fáa tíðindi, ið eru viðkomandi fyri frysti trolarar osfr.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder