Miðbýurin í Havn er enn einaferð karmur um hugnaliga og hugkveikjandi tiltakið, “Ein dagur á Grynnuni”, ið savnar føroyingar m.a. fyri at fagna góða og staðbundna sjómatin. Tað hendir í morgin leygardagin 2. mai frá kl. 11 til 16.
![]()
Á tiltakinum luttaka kokkar og matfólk úr øllum landinum, umframt gestakokkar úr grannalondum, og frá ovast í Tórsgøtu til niðast í Vágsbotni vera serstakar matoyggjar, har gestirnir kunnu smakka alskyns brellbitar úr sjónum.
Endamálið við afturvendandi tiltakinum er at seta sjóneykuna á virðismikla sjótilfeingið, ið føroyingar eiga, og talan verður um alskyns nýveidd fiskasløg.
Umframt leskiligu matupplivingarnar, er eisini tónleikur á skránni, og bjóðað verður til góðar matløtur fyri fólk í øllum aldri.
Tiltakið byggir á sjálvboðið arbeiði og vælvild frá vinnuni, og allar matupplivingarnar á degnum eru ókeypis.
“Ein dagur á Grynnuni” er eftir øllum at døma eitt tiltak, sum er komið fyri at vera. Fyrstu ferð skipað var fyri tiltakinum varð í 2015. Síðani hevur tað verið hildið annaðhvørt ár. Seinasta tiltakið var í 2024, tá umleið 15.000 abbar og ommur, foreldur og børn vitjaðu.
![]()
Havfrúgvin á Grynnuni
Í ár hevur tiltakið fingið sítt egna og serstaka búmerki, sum listamaðurin Anker Eli Petersen hevur gjørt. Tað ímyndar eina havfrúgv við fiski í hondini. Íblásturin til búmerkið stavar frá søgu hjá Lucas Debes í "FÆROÆ Et FÆROA RESERATA” frá 1673. Har stendur m.a.:
"Í árinum 1670 sóu hvalbingar og menn úr øðrum bygdum í Suðuroy eina havfrúgv nær landi, vestanfyri Hvalbiareiði. Hon var sjónlig í næstan tríggjar tímar, og stakk so høgt úr sjónum, at nalvin sást. Hon hevði sítt hár ið rakk niður í sjógvin kring hana. Í høgru hond helt hon einum fiski við sporlinum.
Eisini er mær sagt, at vestmenningar sama summar sóu eina havfrúgv á Norðhavinum. Um hettar skrýmslið onkuntíð vil gera føroyingum skaða, vil tíðin vísa - og tað stendur í Harrans hondum.”
![]()
Birgir Enni, ein av stigtakarunum til tiltakið, fegnast um nýggja búmerkið, sum hann vónar kann vera við til at bera tiltakið víðari komandi árini eisini. Birgir, sum flestu føroyingar og mangir útlendingar kenna frá hansara slóðbrótandi arbeiði til frama fyri føroyskum sjómati, fer aftur í ár at síggjast millum mongu sjálvbodnu fólkini, sum vera við til at gera júst henda dagin í høvuðsstaðnum til nakað heilt serstakt.
Sjálvur heldur Birgir, at tiltakið er eitt høvi til at vísa, hvat havið hevur at geva okkum føroyingum. -Tað er okkara gullnám, sum vit eiga ikki bert at troyta men eisini verja um. Hann heldur, at “Ein dagur á grynnuni” kann gerast ein eygnaopnari fyri yngra ættarliðið. Tað lýsir ikki einans grundarlagið undir okkara høvuðsvinnum, men tað skal eisini fáa okkum at raðfesta heilsugóðan mat í gerandisdegnum.
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
Myndir Jan Müller tók fyri Portalin í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald